Fyri fyrst ferð verða í ár mentanardagar hildnir á Eiði. Kommunan hevur samskipað tiltøkini.
– Vit vilja fegin hjálpa til at fáa meira gongd á tað, sum fer í bygdini. Sjálvt um kommunan er lítil, hendir her nógv, sigur Tom Joensen, formaður í trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu.
Einstaklingar, feløg og felagsskapir skipa sjálvir fyri tiltøkunum, kommunan bara samskipar.
Annan hvítusunnudag letur Látrið upp, og Korndalsgarður, sum hevur framsýning, er opið. Eiðis Ljomfelag hevur konert í Eiðis kirkju.
Niðan á Slættaratind
Klokkan 19 verður túrur gjørdur niðan á Slættaratind. Túrurin byrjar av Eiðisskarði. Henda túrin kunnu øll koma við, og túrurin tekur millum hálvan triðja og tríggjar tímar.
Týsdagin letur framsýningin hjá Manntal upp á kommunuskrivstovuni, og henda framsýning verður heilt til leygardagin.
Atelierið hjá Sigrun Niclasen verður opið alla vikuna.
Mikukvøldið verður sonevnt kreativt møti í Karmel, og samstundis heldur Ann Dahl Hansen prestur fyrilestur í miðhøll skúlans. Fyrilesturin nevnist: Hvat skapar gleði?.
Fólkafundur
Seinni um kvøldið skipar Eiðisstova, sum er nýggja eldrahúsið í bygdini, fyri fólkafundi á náttúruvakra økinum í Múlavík. Har hedur Rasmus Joensen røðu.
Hóskvøldið syngur Fuglafjarðar Sangkór í kirkjuni.
Fríggjakvøldið hava Kular Røtur familjukonsert í ítróttarhøllini, aftankvirra verður í Eiðis kirkju, og Ungdómshúsið Grindin hevur eitt ungdómstiltak í Bunnis-gjógv..
Leygarmorgunin verður sangløta og morgunbreyð í Mizpa, á middegi sýnir sløkkiliði fram, hvat tað dugir. Tað verður eisini loppumarknaður henda seinnapartin.
Mentanardagarnir enda við “Syngið við í EB-húsinum”. Eiðis Bóltfelag og EB/Streymur skipa fyri.









