Eg skal við hesum í stuttum greiða frá, hvat altjóða tilráðingar vísa á, um tal av nevndarpostum. Upplýsingarnar kunnu brúkast, sum vegleiðing hjá teimum, sum eru ella eru um at koma í eina ivasama støðu, hvat viðvíkur tal av nevndarpostum.
Tað er týdningarmikið, at einstaki limurin framman undan eitt nevndarval ger sær greitt, hvat tíð nevndararbeiðið tekur, og hvat tíð tað krevur til fyrireiking.
Nýggjastu altjóða tilráðingarnar vísa á, at ein limur, sum eisini er stjóri ella leiðari í einari virknari fyritøku, ikki eigur at hava meira enn 3 vanligar nevndarpostar, ella 1 sum formaður og 1 sum vanligur limur. Bara serligar umstøður gera, at víkjast kann frá hesum.
Roknað verður við, at talan er um professionelt nevndararbeiði og at nevndarlimir taka nevndararbeiði í álvara.