Chelsea-leikarin var sendur heim fyri at hava brúkt ókvæmisorð móti venjaranum í hálvleikinum í dystinum móti Mexico.
Spurdur, um nakar av leikarunum iki fóru at vilja spæla móti vertstjóðini, svaraði venjarin: »Tað er møguligt«.
Eftir at Anelka var sendur heim, noktaðu leikararnir at venja sunnudagin, men í gjár vandu teir aftur. Men ófriðurin er eftir øllum at døma ikki av, kortini.
Boykottið av venjingini førdi við sær, at ítróttarstjórin í franska fótbóltssambandinum, Jean-Louis Velentin, legði frá sær. Somuleiðis var liðskiparin, Patrice Evra, í heitum skeldaríi við fysiska venjaran, Robert Duverne.
Sambært franska fótbóltssambandinum vóru tað fleiri leikarar, sum stílaðu fyri boykottinum.
Teir tríggir ella fýra leiðararnir eru allir leikarar, sum eru farnir um besta aldur, og ikki fara at luttaka í einum HM endaspæli aftur, sigur skrivarin í franska fótbóltssambandinum, Henri Montell.
Seinni sunnudagin læs venjarin upp eitt tíðindasriv frá leikarunum, men undirstrikaði, at hann tók ikki undir við boykottinum, skrivar BBC.










