Útiloka yvirgang

Tað var ikki yvirgangur, ið var orsøkin til at eitt russiskt hernaðarflogfar datt niður í Svartahavið jólanátt. Tað upplýsa russiskir myndugleikar, ið arbeiða við at staðfesta orsøkina til vanlukkuna, ið kravdi 92 mannalív.


- Tað sum vit vita higartil er, at yvirgangur ikki er millum høvuðsteoriirnar, so vit meta, at orsøkin til vanlukkuna er antin ein tekniskur ella menniskjaligur feilur, sigur Maxim Sokolov, russiski ferðslumálaráðharrin, ið stendur á odda fyri kanningararbeiðinum, ið skal staðfesta hvat hendi jólanátt, við russiska fjølmiðlar.


84 ferðafólk og 10 starvsfólk doyðu í vanlukkuni, og higartil hava bjargingarfólk funnið 10 lík og 86 likamslutir, ið eru flutt til nærri kanningar í Moskva.


Flogfarið var á veg frá Moskva til Latakia í Sýria, men millumlendi í Sochi. Myndugleikarnir mistu sambandið við flogfarið einans tveir minuttir eftir fráferð úr Sochi.