Tilnevnt eftirmann

Taliban-rørslan í Afghanistan viðgekk um vikuskiftið, at ein av hennara fremstu leiðarum, mullah Dadullah, var deyður, men rørslan gjørdi vart við, at deyði hansara fer ikki stórvegis ávirkan á virksemið hjá rørsluni. Samstundis bleiv fráboðað, at ein bróðir mullah Dadullah hevur játtað at taka við. Hann eitur Bakht Mohammed. Talsmaðurin hjá ovasta leiðaranum í Taliban, Mohammed Omar, segði í gjár, at fleiri túsund heilagir stríðsmenn hava játtað at stríðast fyri tí nýggja leiðaranum.