- Tilnevningin prýðir væl og virðiliga um okkara cv. Tað er veruliga ein heiður at verða valdir fram um 46.000 aðrar bólkar.
Føroyski rokkbólkurin SIC er í uppskoti til virðislønina fyri Death Metal tónleik hjá Just Plain Folks, sum er heimsins størsti óhefti tónleikafelagsskapur. Heili 42.000 fløgur og 560.000 løg vóru í uppskoti, áðrenn dómararnir funnu fram til endaligu tilnevningarnar. 10 tónleikabólkar eru eftir í stríðnum um virðislønina.
Boðini komu tilvildarliga
Fyri einum góðum ári síðan sendi tónleikararnir úr SIC ein teldupost til tónleikafelagsskapin. Teldupostadressan er skift, og tískil komu boðini um tilnevningina tilvildarliga. Føroyski rokkbólkurin hevur ymisk løg og videoupptøkur á síni myspacesíðu, og tað var millum annað orsakað av hesum, at Just Plain Folks valdi føroyingarnir fram um 46.000 aðrar tónleikabólkar.
- Vit møttu Lenu Andersen í býnum, og hon greiddi okkum frá, at vit vóru tilnevndir. Tað kostar okkum nógv at fara til Nashville, men um vit skulu framføra til tiltakið, so fara vit avgjørt, sigur Eddie Jacobsen, gittarspælari í SIC.
Lena Andersen er somuleiðis tilnevnd eina virðislønin. Tað er sum besti kvinnuligi singer/songwriter. Heiðurstiltakið verður í Nashville í USA hin 29. august í ár.
Hesir bólkar eru í uppskoti til Death Metal heiðurslønina:
Tónleikabólkur: Fløgan: Tjóðskapur:
Keratoma Anathema USA
Blinded Colony Bedtime Prayers Svøríki
Media Lab Bleeding Memory USA
Mastifal Carnivora Japan
Str8jackit Full Metal Jackit USA
Falling To Pieces Left To Rust USA
SIC Pandemonium Føroyar
Rustmine Self Destruct USA
Gross Misconduct The Process of Indoctrination USA
Stigma When Midnigh Strikes! Italia











