Tilnevningarnar kunngjørdar í dag

Ársins Spælari tilnevningarnar kunngjørdar í dag

Í leypi av degnum í dag verður kunngjørt hvør er tilnevndur í hvørjum bólki til ársins spælara. Allar atkvøðurnar eru komnar inn og taldar saman. Eitt samlað yvirlit verður í Vikuskiftis-Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.

 

Les eisini: Alt um Ársins Spælari 2016

 

Sum siður er, so fer Miðlahúsið aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við Fótbóltssambandið.

 

Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður fríggjakvøldið 28. oktober klokkan 19.00 á Hotel Føroyum, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri. Talan er um ikki færri enn 20 heiðurslønir, sum skulu latast teimum bestu í føroyskum fótbólti.

 

Kjósast skal:

Ársins spælari

Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri)

Ársins málverji

Ársins verjuspælari

Ársins miðvallari (íroknað vengur)

Ársins áleypari

Ársins venjari

Ársins dómari

Ársins lið