Tilnevningar til ársins dómara og venjara

Her eru tilnevningarnar til ársins dómara og venjara hjá kvinnum

Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. 

 

Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins dómara og venjara hjá kvinnum.

 

Tilnevningar til ársins venjari:

Aleksandar Djordjevic, KÍ

Allan Dybczak, HB

Mathias Davidsen, EB/Streymur/Skála

 

Ársins dómari hjá kvinnum:

Aron S. Vest

Heini Viðoy

Jørleif Djurhuus

 

Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.