Tilnevningar ársins útlendska navn

Eitt íslendskt, eitt svenskt, eitt danskt og tvey amerikonsk tónleikanøvn kappast um heiðurin besta útlendska navn á Planet Awards.

 

Bæði undanfarnu árini hava føroyingar valt donsku Neephew til ársins útlendska tónleikanavn. Eftir framførsluna á G! eru tei enn eitt gott boð, men eru í harðari kapping við Íslendsku Bjørk, ið hevur víst sín áhuga í føroyskum viðurskiftum á nýggjastu fløgu síni, og svensku Kent, rokkabbanum Bruce Springsteen og popp gandakallinum Timbaland.

 

Tilnevningarnar eru:

 

Bjørk pla ub1

 

Bruce Springsteen pla ub2

 

Kent pla ub3

 

Nephew pla ub4

 

Timbaland pla ub5

Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.

 

 

Tú kanst vera við til at avgera vinnaran

Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.

Hin helmingin av úrslitinum ger almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.

Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.