Eivør skal royna at vinna planetina fyri bestu songkvinnu triðja ár á rað, aftur í ár kappast hon við Guðrið Hansdóttir og Lenu Anderssen. Eivør, Lena og Guðrið hava allar verið í uppskoti sum ársins songkvinna hvørt ár. Í ár skulu tær kappast móti tveimum, ið ongantíð hava roynt hetta áður, Sigrið Rasmussen og Lailu Carlsen.
Eivør Pálsdóttir pla bk1
Guðrið Hansdóttir pla bk2
Laila Carlsen pla bk3
Lena Anderssen pla bk4
Sigrid Rasmussen pla bk5
Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum ger almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar: