Tilnevningar ársins sangari

Tilnevningarnar til ársins sangara á Planet Awards eru blandaðar bæði í stili og royndum. nýtt móti garvaðum og bleytt móti hørðum. Pætur Zachariassen úr Boys In A Band og Heiðrik er tvær rættiliga nýggjar men sera markantar sangrøddir á føroyska tónleikapallinum. Mikkjal G. Hansen úr Sic hevur verið við í nøkur ár, men umboðar nakað heilt annað og harðari enn hinir. Teitur og Jógvan Hansen umboða eitt annað ættarlið og hava verið millum bestu føroysku songrøddirnar seinastu 10-15 árini.

 

Tilnevningarnar eru:

Heiðrik pla bs1

Jógvan Hansen pla bs2

Mikkjal G. Hansen pla bs3

Pætur Zachariassen pla bs4

Teitur pla bs5

 

 

Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.

 

 

Tú kanst vera við til at avgera vinnaran

Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.

Hin helmingin av úrslitinum ger almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.

Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.