Larmuttur rokkur frá Sic og søgusigan frá Budam skulu kappast við poppin hjá Teiti, Lenu og Guðrið. tá ársins fløga verður kosin á Planet Awards. Av tí, at Planet Awards er flutt hesumegin nýggjár, eru einans fløgur, ið eru komnar út fyri 1. desember við í kappingini, hinar eru við komandi ár. Tey tilnevndu eru.
Káta Hornið ? Teitur pla bu1
Let Your Scars Dance ? Lena Anderssen pla bu2
Love Is Dead - Guðrið Hansdóttir pla bu3
Pandemonium - Sic pla bu4
Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers - Budam pla bu5
Ein serliga útvald dómsnevnd hevur arbeitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almannakunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dómsnevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið, til hon hevur atkvøtt endaliga.
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrslitinum ger almenningurin av, við at atkvøða umvegis sms.
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar: