Svenski bólkurin Kent er millum tilnevningarnar til ársins besta bólk/einstakling á Planet Awards. Bólkurin hevur síðan fyrstu fløguna í 1995 gjørt fleiri góð løg, ið lurtarar í hópatali hava tikið til sín. Hetta er eisini galdandi heima í Føroyum, har bólkurin ofta hevur haft løg inni á 15 Teimum Bestu. Bólkurin hevur nýliga útgivið fløguna »Tillbaka til Samtiden«.