Radiohead er aftur á toppinum, og hetta hevur dómsnevndin á Planet Awards varnast. Tí bólkurin telist millum uppskotini til planetina fyri besta útlendska bólk.
Við útgávuni ?In Rainbows?, ið kom út á fløgu beint fyri árskiftið í fjør, hevur ein av teimum týdningarmestu bólkunum í 90?unum megna at gjørt eitt veruligt comeback. Fløgan hevur ligið nummar eitt báðumegin Atlantshavið, og er í uppskoti til eina Grammy heiðursløn fyri bestu fløgu í USA.
Nú er bólkurin í uppskoti til planetina fyri besta útlendska bólk. Við ?In Rainbows? hevur Radiohead megnað at fingið fatur í bæði ummælarum og fløgukeyparum. Á hesari fløguni hevur Radiohead nokkso nógv av tí vakra, eitt sindur friðarliga og melankolska tónleikinum, ið teir eru meistarar í at spæla. Tað er eingin ivi um, at Radiohead eru aftur á toppinum.
Fyri at atkvøða fyri Radiohead send eini sms boð til 1930, við kotuni pla ub5. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.