Tilnevning besti útlendski bólkur ella einstaklingur: Kings Of Leon

Planetin fyri besta útlendska bólk, á Planet Awards, skal møguliga allan vegin til Texas har Kings Of Leon búleikast.

Tríggir brøður og eitt systkinabarn úr Nashville Tennessee og ríkiligt av rock?n?roll, er uppskriftin til Kings Of Leon. Tónleikurin er blúskendur, skitin og ráur við eyðkendu og hugtakandi røddini hjá Caleb Followill í sentrum. Hesin stílurin hevur rakt tann evropeiska marknaðinum serliga væl, og higartil hevur Kings Of Leon klára seg betur í Evropa enn í heimlandinum. Serliga er tað seinasta fløgan ?Only By The Night?, sum bólkurin gav út í summar, ið hevur gjørt vart við seg. Hittsinglurnar ?Sex On Fire? og ?Use Somebody? hava eisini funnið veg til føroyska hittlistan 15 tær bestu, fyrst nevnda stakfløga lá allar 10 vikurnar, ið møguleiki er fyri at liggja á hesum lista.

 

Fyri at atkvøða fyri Kings Of Leon send eini sms boð til 1930, við kotuni pla ub3. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.