Tilnevning besti útlendski bólkur ella einstaklingur: Duffy

Valisiska Duffy hevur havt eitt frálíkt ár í 2008. Hon hevur selt fleiri enn 4 milliónir eintøk av fløguni Rockferry. Nú kann endin á árinum gerast enn betri við eini planet.

Rockferry er hennara fyrsta útgáva, hon hevur ligið á ovastu rók á sølulistanum fyri fløgur í Bretlandi, og selt væl aðrastaðni eisini. Hittini ?Mercy? og ?Stepping Stone? hava vakt ans víða um, eisini her heima hjá okkum. Har hesi løgini og Warwick Avenue, hava ligið 10 vikur á listanum, við hægstu plaseringum millum 3-5.

 

Á amerikanska marknaðinum hevur Duffy enn ikki heilt sligið seg fast, men hevur klára at gjørt rættiliga væl vart við seg, við eini nýggjari útgávu av ?Mercy? har hon samstarvar við amerikanska rapparan The Game.

 

Hóast Duffy sjálv er eitt rættiliga nýtt navn, so hevur hon í Bernhard Butler ein sera royndan og hátt virdan samstarvsfelaga. Fyrrverandi Suede gittarleikarin hevur framleitt partar av fløguni hjá Duffy, og er somuleiðis tónleikari á fløguni.

 

Fyri at atkvøða fyri Duffy send eini sms boð til 1930, við kotuni pla ub2. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.