Tilnevning besti útlendski bólkur ella einstaklingur: Coldplay

Ensku Coldplay hava nógvar fjepparar kring heimin, og nú hevur bólkurin møguleika at ogna sær eina planet, hetta er sjálvandi á Planet Awards.

Við fløguni ?Viva la Vida or Death and All His Friends? hevur Coldplay megnað at hildið fast í síni støðu, sum ein tað best umtókti rokkbólkurin í heiminum. Fløgan, ið er vorðin til í samstarvi við legendariska ljóðsnillingin Brian Eno, hevur verið nummar eitt á alskyns hittlistum kring heimin, og hevur vunnið bólkinum nógv rós, umframt ikki færri enn sjey tilnevningar til Grammy heiðurslønirnar. Í heimlandinum Bretlandi er fløgan ein av teimum, ið er seld skjótast nakrantíð, og longu tríggjar vikur eftir, at fløgan kom út, var hon mest downloadaða útgáva nakrantíð. Eisini í Føroyum hevur Coldplay gjørt vart við seg, á 15 teimum bestu hava fleiri løg klárað seg heilt væl.

 

Fyri at atkvøða fyri Coldplay send eini sms boð til 1930, við kotuni pla ub1. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.