Røddin hjá Kára Sverrissyni er egin og áhugaverd, og tí er tað neyvan nakar, sum undrast at Kári enn einaferð í uppskoti til heiðurin sum besti sangari á Planet Awards. Longu tá Kári, sum tá æt Lamhauge, fyrst í 90?unum sang ?Eru vit til? á fløguni Amnesty tónar, var einhvør við bara einum veti av skili fyri tónleiki greiður yvir, at her var talan um ein heilt serligan sangara.
Nøkur ár frammanundan gjørdi hann nógv við at vera málmaður í fótbólti, men hann læt seg úr handskunum og tók heldur gittar hond. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein nýskapandi fólkatónleikarabólkur, og millum og eftir útgávur hjá Enekk hevur Kári Sverrisson spælt sum solistur.
Í ár hevur Kári enn einaferð fangað áhugan hjá føroyingum og útlendingum í frálíka bólkinum Orka, har hansara rødd er savnandi lurtaravinarliga elementið.
Fyri at atkvøða fyri Kára send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bs 4. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.