Tilnevning besti sangari: Jens Marni Hansen

Jens Marni Hansen er í ár á fyrsta sinni í uppskoti til heiðurin sum Føroya besta mannliga songrødd. Ráa rokk røddin hjá Jens Marna Hansen var ein partur av ljóðmyndini hjá Kjølum, All That Rain og seinni eisini Showmonnum. Men í ár er maðurin, ið plagdi at rópa seg næststuttligasta mann í Kollafirði endiliga komin út á fløgu undir egnum navni. Á The Right Way uppliva vit ein nógv búnaðan sangara, ið dugur at brúka røddina til at lyfta tann góða og væl spælda, men heldur vanliga popprokkin uppá eitt óvanligt støði.

 

Sum upphiting fyri Bryan Adams á Tórsvølli vísti Jens Marni, at hann ikki stóð aftan fyri kanadisku fyrimyndina, tá tað kom til røddina..

 

Fyri at atkvøða fyri Jens Marna send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bs 1. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.