Jógvan Hansen brakaði ígjøgnum íslendska ljóðmúrin og vann X Factor kappingina við sannførandi sjónvarpsframførslum Tá ið Jógvan Hansen flutti til Íslands at búgva, mundu fleiri halda, at so var liðugt hjá honum at syngja. Sangarin í poppbólkinum Aria hevði gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki, men tá ið leiðin var løgd til Íslands, snúði tað seg í fyrstu syftu um yrki sum frisør.
Men hetta broyttist av álvara í ár, og Jógvan fekk rættiligt gjøgnumbrot í Íslandi.
Hann royndi seg í stórslignu X Factor sangkappingini, sum varð send í beinleiðis sjónvarpi í Íslandi, og har gjørdi Jógvan ikki mætari enn at fara allan vegin.
Fyrst var hildið, at tá ið Jógvan varð sloppin víðari frá einum umfari, mundi tað var væl klárað, tí íslendingar fóru neyvan at lata ein útlending fara at vinna kappingina. Men Jógvan gjørdi av álvara um seg í kappingini. Hann dugdi væl at fara við sjónvarpsmiðlinum, hann sang stillar og villar sangir, og tá ið alt kom til, var tað Jógvan, sum stóð eftir sum tann greiði vinnarin í kappingini.
Fløguútgávan í kjalarvørrinum av sigrinum var eisini ein sukses, og Jógvan endaði ovast á tónatindunum í Íslandi. Gjøgnumbrotið var staðfest, og nú kenna øll í Íslandi Jógvan ? tann gávuríka sangaran úr Føroyum.
Atkvøð fyri Jógvan sum besta sangari við at smsa: pla bs 2 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex