The Ghost er eitt av teimum mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum.
Bólkurin gjørdi fyrstu ferð vart við seg á eini konsert í Losjuni við Gøtugjógv, og hevur síðan spælt nógv. M.a. sluppu teir við á Iceland Airwaves festivalin.
Tónleikurin er eitt slag av elektroniskum poppi. Hann er minimalistiskur, rútmiskur og egin; ein samanseting av elektroniskum rútmum og hondspældum gittara og synthesizara. Konsertirnar eru sera lívligar, serliga er sangarin Filip Mortensen sum ein sekkur av loppum. Hin helvtin av The Ghost er Urbanus Olsen.
Atkvøð fyri The Ghost sum besta nýggja bólki ella einstaklingi við at smsa: pla nb5 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb