Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur: Orka

Orka er longu frammanundan í uppskoti til planetina sum besti føroyski bólkur ella einstaklingur, nú er enn ein tilnevning veruleiki. Orka hevur nøkur ár á baki, sum verkætlan spældi Orka fløgu sína inn á eini konsert í einum fjósi gamlaárskvøld í 2005, og hóast Orka luttók í sangkappingini í sambandi við AME í fjør, so er tað ikki fyrr enn í ár, at fløgan kom út, og bólkurin byrjaði at spæla, tí er hann í uppskoti planeta til besta nýggja bólk ella einstakling. Tónleikurin er slóðbrótandi og spældur á heimagjørd ljóðføri, ið skapa eina heilt serliga ljóðmynd. Bæði føroyingar og umheimurin hava longu varðnast Orku, ið júst hava verið húsorkestust á Transmusicales festivalinum í Rennes í Fraklandi. Framførslurnar her fingu góða umrøðu í nógvum fronskum og bretskum miðlum. Eisini fekk Orka tilboð um, at spæla á Noise of Art festivalinum í Royal Festival Hall í London.

 

Fyri at atkvøða fyri Orku send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bn5.

Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar