Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur: Lizzie

24 ára gamla Ann Elisabeth Berg hevur lagt danska poppheimin fyri sínar føtur við stóra hittinum Ramt i Natten Eitt tað mest spennandi nýggja navnið í danska tónleikaheiminum í 2007 er Lizzie. Navnið kom burtur úr ongum, men eftir stuttari tíð hevði eitt stórt radiohitt slóðað fyri Lizzie.

 

Tað er 24 ára gamla Ann Elisabeth Berg, sum hevur vunnið upp á tónatindarnar í Danmark undir navninum Lizzie, og her heima hevur sangurin Ramt i Natten eisini verið nógv spældur.

 

Lizzie hevur verið virkin í tónleiki, síðani hon var smágenta. Hon hevur sungið í kóri, spælt í ymsum bólkum, og í Danmark hevur hon eisini roynt seg sum sangara ? millum annað í eini duett við Alex í fjør.

 

Fyrsta stakfløgan hjá Lizzie gjørdist eitt stórt hitt í Danmark, og nú verður bíðað eftir, at Lizzie fer at koma við sínari fyrstu fløguútgávu næsta ár.