Bert nakrar fáar vikur gamal, vann Lady Fire GBOB Føroyar 2008. Í heimsfinaluni gjørdust teir nr 5, nú eru teir tilnevndir til eina planet. Lady Fire hevur vunnið eitt pláss millum tilnevningarnar til planetina sum ársins besti nýggi bólkur.
Bólkurin er spildurnýggjur, men manningin er væl kend á føroyska tónleikapallinum. Lady Fire eru nevniliga Filip Mortensen á vokal (The Ghost, The Story Ends), Heini Martin Niclasen á gittara (Boys in a Band), Hanus Andreasen á tangentar (The Story Ends) og Andreas Dalsgaard á trummur (The Ghost, The Story Ends). Við Lady Fire spæla teir eina víðari útvikling av millum annað The Story Ends og The Ghost. Tað er alternativt og indie, og tað er rokkur.
Við sigrinum á ársins GBOB kapping í Mentanarhúsinum staðfestu teir seg beinanvegin sum eitt spennandi, nýtt navn í føroyskum tónleikahøpi, og teirra 5. pláss í GBOB heimsfinaluni boðaði bert frá, at hetta er ein bólkur, ið er verdur at byggja víðari uppá.
Fyri at atkvøða fyri Lady Fire send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bn3.
Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar










