Tilnevning besti nýggi bólkur ella einstaklingur: Faroe 5

Faroe 5 er enn eitt verk undan hondunum á Føroya fremsta poppsamstarvi, Kára Jacobsen og Eyðfinni Jensen, sum verður tilnevnt sum besti nýggi bólkur ella einstaklingur. Bólkurin var stovnaður eftir eina upptøkuroynd, og sniðgivin til endamálið: at skapa ein føroyskan gentubólk, við potentiali at røkka longri enn føroyska marknaðin. Málið er møguliga størri enn føroyski marknaðurin, men fyrstu fótafetini eru tikin her heima, og hava verið sera væleydnaði. Fyrstu stakfløgurnar hava verið nógv spældar í útvarpinum, og nú fløgan er komin á marknaðin er sligið fast, at bólkurin hevur vanligu popp góðskuna, ið vit kenna frá Eyðfinni og Kára við fangandi løgum og frískligum tekstum. Faroe 5 er fyrsti bólkur av hesum slag í Føroyum síðan Poppkorn, ið vunnuð heiðurin besti nýggi bólkur á allar fyrsta Planet Awards.

Fyri at atkvøða fyri Faroe 5 send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bn2.

Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar