Teitur hevur í størri mun enn nakað annað føroyskt tónleikanavn ferðast kring heimin við sínum tónleiki seinnu árini, men í ár gekk leiðin heim til Føroyar. Teitur gav fyrr í ár fløguna Káta Hornið út har hann lat lurtaran sleppa at uppliva nøkur av teimum løgum, ið hann hevur skrivað á føroyskum. Við fløguni fylgdu eisini fleiri konsertir á heimavølli. Men eisini uttanfyri Føroyar løgdu ummælarar tilmerkis, at Teitur gjørdi eina føroyska fløgu, og fløgan fekk góð ummæli uttanlands. Eisini var 2007 árið, tá Ísland varnaðist Teit, eins og danir valdu hann til sína bestu songrødd.
Atkvøð fyri Teiti sum besta føroyska bólki ella einstaklingi við at smsa: pla bf 5 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb










