Tilnevning besti føroyski bólkur ella einstaklingur: Týr

Týr hevur havt eitt serstakliga gott ár ? so gott, at bólkurin nú er í uppskoti til planetina sum árins besti bólkur. Á fleiri stórum konsertferðum hevur Týr ferðast kring Evropa og Norður Amerika, og spælt tilsamans 100 konsertir. Týr hevur staðfest sína støðu, sum eitt tað best umtókta tónleikanavnið innan fyri Viking Metal. Teir hava rakt ein rættiliga smalan málbólk, men hava rakt hann somikið væl, at fólk kring allan heimin hevur tikið Týr og sostatt eisini føroyska kvæðamentan til sín. Í 2008 hevur Týr somuleiðis leita sær heim aftur, og vit hava uppliva hendan bólkin á konsertum í Føroyum. Tað er gleðiligt at síggja, at teir taka sær tíð til hetta.

Fløgan Land kom út í ár, og fekk her heima sera jaliga umrøðu frá ummælarum, hon er við til at halda støðuna hjá Týr, sum Føroya best seljandi bólk.

 

Fyri at atkvøða fyri Týr send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf5. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.