Lizzie gav í februar fyrstu fløgu sína út, og hevur síðan tá gingið sigursgongd á donsku hittlistunum. Hon er tí tilnevnd til planetina til besta føroyska tónleikanavn. Stakfløgan ?Ramt i Natten? er eitt gott boð uppá ársins hitt í Danmark. Longu, áðrenn sjálv fløgan kom út, hevði fyrsta stakfløgan selt til platin í Danmark. 25 ára gamla føroyska songkvinnan selur enn nóg nógvar fløgur, til at gera seg galdandi á donsku sølulistunum, ja tað hevur hon gjørt alt árið. Ummælini av fløguni hava verið so sum so, men tað kemst ikki uttanum, at Lizzie hevur rakt danska popp áskoðaran serstakliga væl. Hetta kemst ikki minst av, at Lizzie á fløguni samstarvar við danska framleiðaraparið Madness 4 Real, ið teljast millum bestu poppsmiðir í Danmark.
Fyri at atkvøða fyri ?Lizzie? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf3. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.