Tilnevning besta útgáva: Teitur ? The Singer

Við ?The Singer? hevur Teitur skapt eina heilt serliga fløgu, so serliga at hon telist millum uppskotini til ársins bestu útgávu á Planet Awards.

 

Á The Singer hevur Teitur valt at sleppa tónlistarligur tryggu singer/songwriter tilverðuni, har hann við kassagittara í hond framførdi síni løg. Nú er røddin hansara ljóðføri, og ljóðmyndina, tónleikin, sum liggur undir røddini hevur hann skapt í samstarvi við Tróndi Bogasyni, ið er útbúgvin klassiskur komponistur á Kongaliga danska konservatoriunum. Hetta var ein djørv leið at fara hjá Teiti. Men úrslitið má metast, sum tann besta útgávan hjá Teiti higartil. The Singer er ein fløga sum ummælarar eru dotnir um hvønn annan at lovprísa. Eitt frálíkt úrslit av eini verkætlan har Teitur hevur avbjóða seg sjálvan og lurtaran. Hann hevur megna at fingið tað at rigga.

 

Fyri at atkvøða fyri ?The Singer? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bu2. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.