Tilnevning besta útgáva: Týr ? Land

Týr hava við ?Land? gjørt eina av sínum higartil bestu fløgum og eina av ársins bestu fløgum, tí er bólkurin í uppskoti til planetina fyri bestu útgávu. ?Land? er skriva, tikin upp og ljóðblanda í skundi, fyri at fáa fløguna út áðrenn eina konsertferð. Øll prossessin tók 18 dagar. Úrslitið er kanska besta fløgan hjá Týr til dags dato, við tungum og hørðum víkingamálmi, ið hevur ástøði í okkara kvæðamentan.

Tað er bert Týr, ið ljóðar sum Týr og henda fløgan ljóðar sum Týr. Bólkurin er væl samanspældur eftir nógvu og longu konsertferðirnar. Tónleikararnir eru vorðnir ótrúliga dugnligir, og hetta klæðir væl hesum tónleikastíli. Á ?Land? er tónleikurin væl svingandi og fangandi, hóast tað er tungt og myrkt er tað samstundis melodiskt og næstan poppkent í støðum.

 

Fyri at atkvøða fyri ?Land? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bu5. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.