Jens Marni hevur gjørt sær ómak við fyrstu fløguni, so stóran ómak, at hon nú er i uppskoti til planetina fyri ársins bestu fløgu. Heitið ?The Right Way? kann eins væl og nakað annað vera ein beinleiðis tilvísing til, at henda fløgan er gjørd á rættan hátt, her er kýnt fyri smálutunum, og framleiðslan er frálík. Eftir longur enn eitt ártíggjund, sum limur í bólkum sum Kjølum, All That Rain og Showmonnum, stendur Jens Marni á egnum beinum, og tað ger hann ótrúliga væl. Fleiri løg á fløguni hava longu verið landaplágur í fleiri mánaðir. Her er talan um fangandi popprokk, ið framborin av ráu rokkrøddini hjá Jens Marna stendir seg væl fult á hædd við t.d. seinastu fløguna hjá Bryan Adams.
Fyri at atkvøða fyri ?The Right Way? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bu3. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.