Tilnevning besta útgáva: Boys in a Band ? Black Diamond Train

At fløgan hjá Boys In A Band telist millum tilnevningarnar til bestu útgávu er bara enn eitt dømi um, hvussu bólkurin og Planet Awards hava gingið hond í hond seinastu árini. Ársins nýggja navn í fyrra árið, Ársins tónleikanavn og ársins sangari í fjør, Boys In A Band hava vunnið sín part av planetunum, ið kunnu prýða dekktoysskápið við síðuna av GBOB steypinum frá í fjør.

 

Boys In A Band er faktiskt ein rættiliga nýggjur bólkur, men av tí, at bólkurin beinanvegin gjørdist millum best umtóktu bólkar í landinum, hevur tíðin, at bíða eftir fyrstu fløguni, kenst long. Men fløgan var verd at bíða eftir. Black Diamond Train tekur lurtaran við sær á eina ferð gjøgnum tónlistarliga landslagi hjá Boys In A Band. Í samstarvinum við framleiðararnar Jolyon Thomas og Ken Thomas hevur Boys In A Band fingið tað heilt rætta ljóðið fram. Fangandi strammi kovboybuksarokkurin stendur øgiliga sterkur. Hóast fløgan er stílrein, og ljóðar sum Boys In A Band, so eru løgini fjølbroytt.

 

Fyri at atkvøða fyri ?Black Diamond Train? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bu4. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.