Eins og í fjør er Jensina Olsen í uppskoti til heiðurin besta føroyska songkvinna á Planet Awards.
Jensina Olsen gav í heyst sína fyrstu fløgu út undir egnum navnið. Fløgan ?Eitt sindur av tí bláa? bjóðar okkum hesa frálíku songkvinnu í einum jasskendum hami, ið letur røddina koma til sín rætt.
Røddin er egin og sjarmerandi, og Jensina syngur spælandi og við nógvum yvirskoti. Hetta ger, at lurtarin illa kann annað enn hugna sær, tá Jensina syngur. Sum virkin í kórinum mpiri hevur Jensina somuleiðis verið virkin innan kórsang í ár, og hevur eisini har víst, at hon dugur at bróta við vanahugsan og gera tingini á sin egna hátt. Hetta er ein songkvinna, ið hevur musikalitetin í hvørjari spong.
Fyri at atkvøða fyri Jensinu send eini sms boð til 1930, við koduni pla bk4, Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.