Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvørjar eru tilnevndar til ársins spælari og ársins ungi spælari hjá kvinnum.
Tilnevndar til ársins spælari:
Heidi Sevdal, HB
Margunn Lindholm, EB/Streymur/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Tilnevndar til ársins ungi spælari: (Við U21-aldri)
Durita Hummeland, EB/Streymur/Skála
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.