Tilnevnda málið hjá Gilla var skorað 16. mai

(Rás2) Hoyr Gilla R. Sørensen greiða frá málinum hann skoraði 16. mai, sum er millum 10 tey vakrastu málini hetta kappingarárið

Á fótbóltsgalla 27. novembur verður ársins mál í bestu deildini í Noreg farna kappingarár kunngjørt. Nú er greitt, at málið hjá Gilla Rólantssyni móti Sandefjord 16. mai er eitt av teimum tíggju tilnevndu.

 

 

 

 

Øll tíggju málini síggjast við at trýsta HER

 

 

 

Tað er Eurosport.no, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluni. Vinnarin verður kunngjørdur á fótbóltsgalla, sum verður víst beinleiðis á TV2Noreg mánadagin 27. novembur.

 

 

 

Til ber at atkvøða HER

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gilla R. Sørensen í samrøðu við Trónd Arge í fótbóltspanelinum á Rás2 seinnapartin greiða frá málinum.

 

 

- Talan er um eitt gott kontramál, greiðir Gilli R. Sørensen frá í samrøðuni. 

 

 

Nú gleðir Gilli R. Sørensen seg at koma heim til Trongisvágs at halda jólafrí, og at sleppa frá at hugsa um fótbólt eina tíð.

 

 

Norska landskappingin endar sunnudagin. Brann Bergen tekur ímóti Tromsø á Brann leikvøllinum í Bergen.