Á Káta Horninum er tað tann eygleiðandi og samfelagsrevsandi Teitur, ið hugleiðir um okkara samfelag, sína støðu sum útiseti og um dreymin um at venda heimaftur.
Tekstirnir eru sera týdningarmiklir á fløguni, og nógv áhugaverd evnir vera tikin upp. Á onkran hátt tykjast allir sangirnir at vera lítlar viðmerkingar ella hugleiðingar við fylgispæl. Tónleikaliga fungerar fløgan væl, hon er væl sungin og væl spæld. Eisini ljóðar hon framúrskarandi væl. Ljoðið er livandi og autentiskt, og klæðir hesi fløgu, ið ikki bert ein onnur vanlig poppfløgan.
Atkvøð fyri Káta Horninum sum bestu fløgu við at smsa: pla bu1 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb