Tilmeldingin til Ársins Songrødd byrjar

Ársins Songrødd 2003 nærkast, og mikudagin verður lagt til brots við nýggjari heimasíðu. Fólk kunnu velja sær ein sang og tekna seg til kappingina, sum byrjar síðst í mars

Einki ár uttan Ársins Songrødd. Heldur ikki 2003. Fyrireikararnir av kapping-ini eru nú komnir so langt í fyrireikingini av kappingini, at teir fara at lata upp fyri tilmelding til kappingina.
Mikudagin verður heimasíðan hjá Songrøddini dagførd, og tá ber millum annað til at síggja sangirnar, sum tað ber til at syngja í ár. Talan er um 66 kendar popp- og rocksangir. Undir teiginum "Greinar" her á síðuni ber til at síggja listan við øllum sangunum.
Innleiðandi umfør verða sum vanligt kring alt landið. Kappingin byrjar 29. mars, og finalan verður í ítróttarhøllini á Kambsdali tann 31. mai.
Fyrireikararnir ætla sær at keypa nýggja ljóð- og ljósútgerð, so kappingin eisini kann betrast á teirri síðuni.
Høvuðsvinningurin í kappingini verður eitt gávukort upp á 10.000 krónur. Nummar 2 og 3 fáa ávíkavist 5.000 og 3.000 krónur í virðisløn. Høvuðsstuðul fyri kappingini er Føroya Banki.
Heimasíðan hjá Ársins Songrødd er at finna á adressuni: www.songroddin.fo