Tilmelding til ?Ung í arbeiði? er byrjað

Nú er aftur høvi hjá 14 til 16 ára gomlum at melda seg til verkætlanina ?Ung í arbeiði? í Tórshavnar kommunu, sum verður frá 29. juni til 24. juli. Eisini kunnu ?eldri? ung melda seg til sum bólkaleiðarar hjá teimum yngru, og eru uppskot um, hvat tey ungu kunnu gera, vælkomin.

Umsøkjarar til ?Ung í arbeiði? skulu vera millum 14 og 16 ár og búgva í Tórshavnar kommunu, men er onkur eitt nú í skúla aðrastaðni og flytur aftur til kommununa í summarfrítíðini, kann viðkomandi eisini søkja.

Tilmeldingin á heimasíðuni (http://storv.torshavn.fo) byrjaði í morgun, mánadagin 25. mai klokkan 8, og er úti fríggjadagin 5. juni. Ein serlig tilmeldingarskipan er gjørd til heimasíðuna, har tey ungu skulu útfylla ávísar teigar.

Eftir lokna tilmelding verður lutakast um, hvør fær kjansin hesa ferð at koma við í ?Ung í arbeiði?, har tey ungu koma at gera smáumvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað ? alt eftir tørvi.

Av tí at lutakast er millum tey, sum søkja um at fáa arbeiði, er tað líka mikið, um tú ert fyrstur ella síðstur at melda teg til. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, frá klokkan 8 til klokkan 16, og tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.