Tilmælini vóru ikki nóg greið

? Eg eri ikki tað allarminsta í iva um, at mín avgerð var tann rætta. Eg havi tikið eina sakliga og væl grundaðu avgerð, sum á ongan hátt er politisk, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ikki metti tilmælini frá setunarbólkinum vera nóg greið

STARV

Annlis Bjarkhamar er vís í sínari søk. Hennara avgerð at seta Steffen Stummann Hansen í starv hevur skapt misnøgd fleiri staðni, men sjálv er Annlis Bjarkhamar ikki í iva um, at hon hevur tikið røttu avgerðina.
? Eg eri ikki tað allarminsta í iva um, at mín avgerð var tann rætta. Eg havi tikið eina sakliga og væl grundaðu avgerð, sum á ongan hátt er politisk, sigur Annlis Bjarkhamar.
Landsstýrismaðurin í mentamálum valdi ikki at fylgja tilmælini frá setunarbólkinum og seta Símun V. Arge í starv sum landsantikvar.
Sjálv vil Annlis Bjarkhamar ikki siga, at setunarbólkurin ikki hevur gjørt eitt nóg gott arbeiði, og hetta skal ikki uppfatast sum eitt misálit á hendan bólk.
? Eg metti ikki, at tilmælingarnar frá setunarbólkinum vóru nóg greiðar. Tað var ein ivi í mær, tá eg fekk hesi tilmæli, og tann iva valdi eg at fylgja. Í síðsta enda er tað eg, ið taki avgerðina og siti við ábyrgdini, so eg vildi tryggja mær, at eg tók røttu avgerðina, og tískil valdi eg seta meg væl inn í málið. Eftir at hava viðgjørt málið gjølla í rættiliga langa tíð, kom eg til ta niðurstøðu, at Steffen Stumman Hansen var rætti maðurin at seta í starvið, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon er ikki eitt sekund í iva um, at hendan avgerðin hjá henni var røtt, og vísir staðiliga á, at avgerðin er væl sakliga grundgivin. Hon sigur seg eisini ? við støði í arbeiðinum hjá setunarbólkinum ? at hava fortreytirnar til taka sær av hesi uppgávuni.
Annlis Bjarkhamar valdi at kalla teir báðar Steffen Stumman Hansen og Símun V. Arge inn til eina samrøðu, eftir at hesir høvdu havt samrøður við setunarbólkin. Hetta varð gjørt fyri at landsstýrismaðurin betri kundi tryggja sær, hvør tann rætti var at seta í starvið. Annlis Bjarkhamar sigur, at hon nýtti tilmælini frá setunarbólkinum sum grundarlag, har greitt varð gjølla frá um umsøkjararnar á einum fakligum støði. Hon sigur, at endaliga avgerðin byggir á eina heildarmeting, og hon er væl nøgd við endaliga valið.
?Eftir at hava viðgjørt, hvørjar fortreytirnar eru fyri starvinum, og hvørjar framtíðar ætlanir eru við Fornminnissavninum valdi eg at seta Steffen Stumman Hansen í starv útfrá kvalifikatiónin, førleikum og eginleikum.
Hann er ein maður, sum hevur drúgvar og fjøltáttaðar leiðslu og granskingar royndir. Hann hevur avbera góðar fakligar kvalifikatiónir. Tær nógvu útgávurnar hjá honum vísa á eitt ógvuliga fjøllbroytt virksemi.
Maðurin hevur ein altjóða profil, og hann kann byggja brýr til útlondini bæði persónliga, fakliga og fíggjarliga, tí hann hevur arbeitt við nógvum verkætlanum seinnu árini, sigur Annlis Bjarkhamar.

_______________
_________________________________________________________________________________________________________
?Eg dugi ikki at síggja, hvat politiskt er í málinum. Eg havi fylgt øllum ásetingum, sum eru í málinum, og eg havi tikið eina sakliga avgerð, sum er væl grundgivin, og Fornminnissavnið hevur fingið ein góðan leiðara, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon sigur seg standa púra óskiljandi yvirfyri søgunum um, at orsøkin til, at Símun V. Arge ikki fær starvið, er hansara leiklutur í málinum viðvíkjandi Kirkjubømúrinum.
?Tað er eingin, sum hevur sagt, at Steffen Stumman Hansen ikki er kvalifiseraður til at røkja uppgávuna, sigur Annlis Bjarkhamar.

___________
_________________________________________________________________________________________________________________________________________________________________
Løgmaður boðar aðrastaðni í blaðnum frá, at hann fer at hyggja eitt sindur nærri at málinum.
Hóast Annlis Bjarkhamar ikki heilt skilur hetta stigið hjá løgmanni, so óttast hon ikki fyri hesum.
?Einki er dult í hesum málinum. Alt tilfar liggur til skjals, sigur Annlis Bjarkhamar.
?Eg hevði roknað við eitt sindur av eftirspæli, og eg harmist um, at tað verður sáddur ivi um avgerðina. Eg meti, at eg í allarhægsti grad havi tikið røttu avgerðina, sigur Annlis Bjarkhamar.



Blábók

Steffen Stumman Hansen er 47 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum mag. art. í forsøguligari fornfrøði og hevur gjøgnum vísindaligt virksemi vunnið sær førleika innan miðaldarfornfrøði.

Steffen Stummann Hansen hevur verið leiðari á Gilleleje museum í 4 ár. Herumframt hevur Steffen Stummann Hansen eina fjølbroytta vísindaliga starvsleið, hann hevur luttikið í fornfrøðiligum rannsóknum í Hetlandi í tíðarskeiðnum 1994 til 1997. Hann hevur eisini tikið lut í fornfrøðiligum rannsóknum og verkætlanum í Grønlandi, Íslandi, Írlandi og í Føroyum. Steffen Stummann Hansen hevur verið vísindaligur starvsmaður við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Århus og hevur skrivað eina røð av vísindaligum ritgerðum um fornfrøðilig viðurskifti í Útnorði og aðrastaðir.

Hann hevur starvast í Føroyum frá 1982 til 1987, og hann hevur eisini verið á smærri arbeiðsvitjanum seinnu árini.