Tilmæli um at skipa viðgerðartrygd varð í dag handað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í Heilsumálum.
Í tilmælinum er ein gjøgnumgongd av teimum skipanum, ið onnur Norðurlond hava valt at seta í verk. Skipanirnar eru ymiskar, og av tí sama er eisini ymiskt, hvat viðgerðartrygd fer at kosta.
Í tilmælinum stendur, at uppgerðir yvir bíðitíðir skulu betrast, at ymsu leistirnir innan viðgerðartrygd verða kannaðir nærri, at heilsuverkið produktiónsoptimerar sínar tænastur, umframt at arbeitt verður fram móti, at minka um bíðitíðirnar, ið eru frammanundan.
Kaj Leo Holm Johannesen segði til handanina, at tilmælið var spennandi fyri seg sum landsstýrismann, men ikki minst sjúklingarnar og øll tey heilsustarvsfólk, ið eru innan heilsuverkið.
Landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at við nýggja tilmælinum er fokus sett á føroyska heilsuverkið, og at fyrst og fremst verður hugt eftir teimum stuttskygdu tiltøkunum, soleiðis at úrslit verða at síggja sum skjótast.
Arbeiðsbólkurin er mannaður 11 fólkum, ið øll hava tilknýti til heilsuverkið í Føroyum. Formaður í arbeiðsbólkinum Thomas Schiøler, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.











