Landsstýrismaðurin í útbúgvingar- og mentamálum hevur í samstarvi við landsstýrismonnunum í fiskivinnu- og vinnumálum, sett eina felags nevnd at koma við einum tilmæli um, hvussu skipast kann fyri einum felags stovni, hvørs fremsta endamál er at menna fiskivinnuna á sjógvi og á landi. Hesin stovnur skal veita vinnuni ávísar tænastur og standa fyri teimum útbúgvingum, ið vinnan hevur tørv á. Endamálið er at knýta útbúgvingarnar innan fiskivinnu og havbúna til ein menningardepil, har útbúgvingarnar kunnu virka saman við øðrum tænastum, ið tengdar eru at vinnuni.
Menningardepil
Arbeiðsetningurin hjá nevndini er, at koma við einum uppskoti um ein útbúgvingar- og menningardepil, har undirvísing og menningarvirksemi innan fiskivinnuna eru savnað í eina eind, undirvísingin í stóran mun byggir á verkligt grundarlag, eisini gjøgnum skeiðsvirksemi, ein tænasta er á deplinum, ið vinnulívið ger støðuga nýtslu av, t.d. starvsstovur, samstarv við aðrar útbúgvingar, gransking og stovnar innan sama øki, bæði heima og uttanlands, útbúgvingarstovnurin og vinnan nýta servitan og útgerð hjá hvørjum øðrum, gingið verður á odda í menningartiltøkum í fiskivinnuni og leiðslubygnaðurin er skipaður soleiðis at áhugabólkarnir innan vinnuna kunnu gera seg galdandi.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið er av teirri áskoðan, at fiskivinnuútbúgvingar eiga at vera sæddar í so breiðum samanhangi sum møguligt. Mett verður, at nú er tann stundin komin, at umboð fyri vinnuna saman við øðrum áhugaðum pørtum taka støðu til menningarmøguleikarnar hjá høvuðsvinnuni í útbúgvingarhøpi og gera sítt tilmæli.
1. desember í ár
Í nevndini sita: Guðrið Andorsdóttir, Føroya Fiskavirking ? formaður, Hans Andreas Dam Joensen, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Regin Jacobsen, Bakkafrost, Rógvi Reinert, Faroe Seafood, Jákup Andreasen, Fiskivinnuskúlin, Heðin Joensen, Fiskimálastýrið, Johanna Vang, Kósin Seafood, Marita V. Rasmussen, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Óli Jacobsen, Føroya Fiskimannafelag, Jákup Sólstein, Føroya Reiðarafelag, Ingeborg Winther, Føroya Arbeiðarafelag, Bárður Enni, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Súni Poulsen, Menningarstovan, Maria Róin, Vinnumálastýrið, Hjalti í Jákupsstovu. Fiskirannsóknarstovuna og Hans Pauli Joensen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya.
Álitið frá nevndini skal handast landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. desember 2000.