Havnabygging
27. februar 2006 var málið um útbygging av havnalagnum til viðgerðar á býráðsfundi í Fuglafirði. Á hesum fundi mæltu limirnir í havnanevndini til, at málið fór aftur í havnanevndina, tí nýggir upplýsingar vóru í álitinum hjá fíggjarnevndini, sum limirnir í havnanevndini ikki vóru kunnaðir um.
Málið var til viðgerðar í havnanevndini á fundum, sum vóru 7., 9. og 27. februar 2006.
Samd nevnd
Í tí fyrra álitinum, sum varð lagt fyri býráðið, mælti ein samd havnanevnd til, at bygt varð frá Ennibryggjuni og 100 metrar heimeftir, soleiðis at samlaða atløgubryggjan bleiv 158 m. long. Nevndin metti, at hetta hevði skapt góðar umstøður at veita góða tænastu til stór framtíðarskip.
Undir nevndarviðgerðini vendi havnanevndin sær til havnameistaran og havnafútarnar, ið munnu vera teir, sum eru best egnaðir at taka dagar ímillum, hvør loysn er tann besta. Hesir høvdu eina púra greiða støðu, sum teir eitt nú lýstu soleiðis:
"At gera eina tungoljubryggju sunnanfyri núverandi Bergfrostbryggju, er sjálvandi ein møguleiki, men tann bryggjan verður ikki nóg mikið nýtt av skipum í mun til ta íløgu, sum tað kostar at byggja hana.
Tað er sera strævið at taka í móti stórum skipum til hesar molar, tí endarnir mugu verða langir inn á land, bæði aftan og framman.
Annað, sum eisini ger seg galdandi er, at um vit skulu ímynda okkum at fáa fleiri útlendsk skip at koma inn higar, eru skipararnir ikki so glaðir fyri hesar stuttu molar.
Skulu vit satsa upp á hesar molar, mugu vit útvega okkum tveir 2 sleipi/ trýstibátar fyri at leggja hesi skip til bryggju..."
Tveir partar
Meirilutin hesaferð, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, halda hetta vera skilabestu loysnina, tó við tí ískoyti, at aftratbyggingin í mesta lagi verður 100 metrar.
Meirilutin (Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni) heldur fast við tað uppskot, ið ein samd havnanevnd legði fram á fyrsta sinni um at leingja Ennibryggjuna heimeftir við umleið 100 m.
Minnilutin (Dánjal Vang) mælir til, at nýggj serstøk oljubryggja upp á í mesta lagi 63 m. verður gjørd norðuri á Enni, niðan fyri komandi tungoljutangar fyri ein kostnað, sum í mesta lagi verður 12,5 mió krónur.
Á býráðsfundi í Fuglafirði herfyri varð so uppskotið hjá minnilutanum (Dánjali Vang) samtykt, meðan uppskotið hjá meirilutanum (Tórfríði Abrahamsen og Signari á Brúnni) fall burtur.