Í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum skuldi kanna umstøðurnar fyri varðveitslu av føroyskum húsdjórum, stóð, at nevndin skuldi koma við einum tilmæli um hvussu farast skal fram yvir longri tíðarskeið.
Stutttíðartiltøkini eru soleiðis, at tað hevur eydnast nevndini at tosað við tey, sum eiga »partvís føroysk« neyt, um ikki at drepa tey. Samstundis eru tveir greðingar settir í røkt aðrastaðni, og nevndin metir, at myndugleikarnir eiga at lata stuðul til hald av greðingum og neytum við føroyskum uppruna í sær.
Harumframt eigur at vera farið undir fyrireikandi arbeiði til at taka sáð av tarvum og greðingum.
Seta varðveit-
ingarnevnd
Annars mælir nevndin til, at ein føst varðveitingarnevnd verður sett at arbeiða fyri varðveitinga av gomlu føroysku húsdjórasløgunum.
Nevndin skal setast undir UMMS og verða manna við fólki frá Royndarstøðini, landsdjóralæknanum, Bóndafelagnum og landsmiðfyrisitingini.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini verður bæði stórt og tíðarkrevjandi, og má tí samskipast væl.
Tí metir nevndin, at tað er rætt at seta eitt samskipandi lið, sum hevur yvirlit yvir alt økið, sum er samstarvslið millum myndugleikarnar og nevndina og sum hevur fíggjarligu ábyrgdina av arbeiðinum.
Nevndin staðfestir, at tað er neyðugt at gera arvafrøðiligar og søguligar rannsóknir, og tí heldur hon, at peningur eigur at vera settur av til endamálið
Harumframt metir nevndin, at farið eigur at vera undir skipaða kynbóting, skráseting og góðkenning av alidýrum.
Nevndin sigur, at tað er alneyðugt, at ein skráseting verður gjørd, tí hon er grundarlagið undir allari skilagóðari viðseting. Trupulleikin, sum hann er í løtuni umfatar, at kynbótararbeiðið verður gjørt í smáum áhugafeløgum, og tey eru tíverri ikki før fyri at føra neyvar skrásetingar
Almenn mið-
støð og savn
Eitt annað tilmæli frá nevndini er, at ein almenn miðstøð verður stovnað, sum hevur umstøður at taka, frysta og goyma sáð og egg.
Henda miðstøð skal eisini kunna hýsa djórum, sum eru áhugaverd í sambandi við kynbóting.
Harumframt skal henda miðstøð hava møguleikar til at hava kjarnustovnar av flogfenaði.
Afturat hesum metir nevndin, at tað er rætt at geva Føroya Fornminnissavni pengar og umstøður til at kunna hava eitt livandi útisavn við føroyskum húsdjórasløgum.
Seinasta tilmæli frá nevndini er, at ein árligur stuðul verður latin teimum, sum hava djór av føroyskum uppruna, sum eru virðismikil í kynbótaarbeiðinum, so leingi stovnurin er undir vandamarkinum.
Spurningurin er so bara, um tilmælini vera fylgd, ella um tey vera standandi á pappírinum.