Landskappingin í fótbólti er av á hesum sinni. Í Vodafondeildini er rómurin størstur í høvuðsstaðnum. Og tað er vælskiljandi. Bæði tey gomlu Havnarliðini, HB og B36 fegnast um síni úrslit, sjálvt um annað merkir gull og hitt botnplássið í bestu deildini.
HB gjørdist uppiborið nr. 1 og vann harvið gull fyri 20. ferð í søgu tess. Og fyri Havnina, sum hátíðarheldur 100 ára haldið sum kommuna, er tað eisini ein sigur at staðfesta, at aldargamla liðið hjá havnarfólki, HB kundi vinna gull fyri 20. ferð men eisini gerast landsins besta lið á 100 ára haldinum hjá kommunu tess. Tískil fara vit at ynskja HB og Tórshavnar Kommunu tillukku.
At hitt havnarliðið, B36 eisini vann ein sigur í 100 ára kommunuhaldi tess, ivast neyvan nakar í. Serstakliga ikki B36 viðhaldsfólk, sum eina langa løtu óttaðust ta ringastu vanlukku, sum kundi henda, nevniliga, at hetta heiðursmerkjarandaða felag skuldi flyta niður í næstubestu deildina.
Leingi var vandi fyri, at B36 endaði í 1. deild, men lagnan ella virkisfýsni hjá B36 vildi tað so, at felagið júst rakk til eitt framhaldandi pláss í bestu fótbóltsdeildini. Við hesum ynskja vit eisini B36 tillukku.
Tá tað er sagt, so kunnu vit hinvegin vera vónsvikin av at staðfesta, at eitt annað góðu gomlu liðunum, KÍ mátti tungu leiðina niður í 1. deild. Hetta er so ein partur av spælinum, at vandin altíð lúrir – at tú kanst rykkja niður. Einki er nøkur sjálvfylgja her í lívinum og serstakliga ikki at vera fastur luttakari í landsins bestu fótbóltsdeild, Vodafondeildini. Fyri norðingar og her ikki minst klaksvíkingar er 2009 eitt skaðaár, tá tað um fótbólt ræður. At gamli høvdingin í føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð mátti ikki bert lúta men flyta niður í næstbestu deildina man kennast bæði mannminkandi og ærumeiðandi. Men soleiðis eru also treytirnar. Øll fótbóltsáhugað munnu kenna tað svárt, at KÌ ikki er við í oddinum komandi ár. Vit vóna tí tað besta fyri KÌ í 2010. Hin stóri taparin gjørdist 07Vestur, sum hóast nógvar góðar dystir og góðar leikarar eisini mátti lúta. Tað, sum sjálvandi er spell, er, at Fótbólts-Føroyar eru tvær oyggjar fátækari komandi kappingarár, Borðoy (les Norðoyggjar) og Vágar. Men vit mugu so staðfesta, at somu Fótbólts-Føroyar eru tvær aðrar oyggjar ríkari, nevniliga Suðuroy og Sandoy. Tillukku VB-Sumba og B71.
Sjálvandi eru tað úrslitini, sum telja. Hinvegin eiga vit ongantíð at gloyma tann trivnaðarliga, sosiala og mentanarliga týdning, sum tað hevur fyri búplássini kring landið, at teirra øki er umboðað í landsins bestu fótbóltsdeild. Tað eru helst tey, sum halda, at Eysturoyggin er yvirumboðað við fimm liðum í Vodafondeldini. Men soleiðis eru treytirnar. Tað prógvar bara, at eysturoyingar hava vilja og dirvi og eru dugnaligir. Teir fingu bæði silvur og bronsu. Vit skulu so heldur ikki gloyma, at Eysturoyggin er undangongu- og vinnaraoyggj, eitt nú tá tað umræður vinnulívið. Nógv eru góðynskini og vilja vit eisini ynskja Rás2 tillukku við 2 ára degnum í dag og tí óføra dekninginum av fótbòltinum í summar. Einki minni enn gull vert.