Hjartaliga tillukku til Sunleif Rasmussen og til tykkum øll, sjónleikarar, tónleikarar, sangarar, dansarar, palsmiðir, Aldubáruna, Tjóðpallin og øll onnur, sum hava lagt lív og sál í at skapa eitt listaverk á høgum, sera høgum støði.
Tit eru besta prógv um, at ein íløgu í egna mentan, er tann besta íløgan, mann kann gera.
Tá ið operan varð framførd í Norðurlandahúsinum í oktober í 2006, eydnaðist tað mær tíbetur at fáa eitt atgongumerki.
Tað var eitt stórt listarligt upplivilsi. Eg eri eingin operaummælari, men eg minnist, at tað sum serliga hugtók meg var tann væleydnaða samansjóðingin av nógvum ymiskum listargreinum, nútímans tónleiki hjá Sunnleifi og operasangi á høgum støði, dansi og ballett eins og sjónleiki - somuleiðis á hægsta stigi. Burturúr hesum spurdist eitt nýtt og spennandi listaverk. Pallmyndin var hugtakandi og avbjóðandi, eitt visuelt listaverk í sjálvum sær. Hugsaði tá ikki so nógv um, at tað var ljóslist, ið setti sín dám á, men skilji tað nú, ið Lárus er tilnevndur eina Grímu fyri avrik sítt.
Ein gomul søga um teir afturvendandi stóru tilveruspurningarnar í nýggjum kørmum og hami. Og so at tað bar til at seta so stórt listaverk upp í Føroyum, har ressursurnar eru so avmarkaðar. Flott!
Enn einaferð. Hjartaliga tillukku. Vóni, at tað fer at eydnast at koma á pall í øðrum londum eisini.