Tillukku Strandingar

Hondbólts kappingin 1998/99 er nú endað, og allir føroyameistarnir hava fingið steyp og heiðursmerki. Tillukku øll somul.

Hesar reglur eru skrivaðar til strandingar, sum leygardagin vunnu føroyameistaraheitið í manshondbólti.

Ongantíð hava so nógv lið kunna vunnið FM-heitið í bestu mansdeildini, sum í vetur, og er hetta mennandi fyri føroyskan hondbólt. Tað eru bert tvey stig frá nummar eitt til nummar fýra á stigtalvuni.

Uttan at taka nakað frá kyndilsmonnum, sum hava slóðað fyri manshondbólti og vunnið føroymeistaraheitið 27 ferðir, síðani Kyndil var stovnað í 1956, so eru tað mong við mær, sum eru sera fegin um, at júst strandingar vinna føroyameistaraheitið 1999.

Somu kenslur hevði tú, tá Sandoyggin vann føroyameistaraheitið í fótbólti 1989. Stuttligt at tey smærru plássini í Føroyum vinna á teimum stóru, og tú kanst ímynda tær, hvussu erpnir strandingar eru í hesum døgum.

Hondbólturin hevur altíð havt góð gróðrarlíkindi á vestarusíðu á Skálafjørðinum. Manga góða og spennandi løtu høvdu vit á uttanduravøllinum á Strondum, og altíð vóru vit spælarar sera væl móttiknir.

Tá ið hondbólturin so við og við gjørdist eitt innanduraspæl fyrst í 70 árunum, kom steðgur í hjá strandingum. Men so kom høllin á Skála, og tað gleðiliga hendi seinni, at St.Í.F. fór at taka sær av hondbóltinum og Skála av fótbóltinum. Tað eru strandingar, sum hava hondbóltstraditiónirnar.

Tá ið vit í Havn siga strandingar, so meina við sjálvandi við spælarar, sum spæla við St.Í.F., sjálvt um allir spælararnir ikki eru av Strondum.


Serligur spælistílur

Strandingar vunnu FM-heitið 1943, 1944 og skálakvinnur vunnu FM-heitið í fyrstu deild 1991 og 1993.

Strandingar hava altíð havt ein serligan spælistíl. Eitt skjótt og undirhaldandi hondbóltsspæl, har spæligleðin altíð er stór, og tekniska støðið sera høgt. Kanska gloyma strandingar av og á taktiska verjuspælið og tapa tí nakrar lættar dystir og vinna tí ikki FM-heitið, sum felagið hevur tráðað eftir í meiri enn 50 ár. Men 27. mars 1999 eydnaðist tað so endiliga.

Hondbóltsáhuga kring landið eru fegin um, at spælistílurin hjá strandingum nú er ovast á rókini í føroyskum manshóndbólti.

Ein serlig heilsan til hondbóltsvinin Henry Jarnskor, sum hevur stríðst so nógv fyri St.Í.F. Tosaði við hann eftir ósigurin ímóti VÍF í Steypafinaluni. Tá var lítið um Henry, men nú man lagið vera betri.

Tað eru nógvir evnaríkir hondbóltsspælarar í Føroyum, og hondbólturin hevur eina góða framtíð um rætt verður atborið.

Enn einaferð, hjartaliga tillukku strandingar.


Vagnur Michelsen