Tillukku Rósa

Hetta er ikki bara fyrstu ferð at eitt sambands-umboð í Sandavági er komið á ting, men tað er uppafur stuttligari, at tað bleiv ein kvinna

Tá eg byrjaði í 1974 saman við Paula Ellefsen, vóru ikki nógvar sambandsstemmur í Sandavági og sjálvt eftir nógv ára uppslítandi persónigari útspilling frá John Petersen (Myllhamar) í heimbygdini, so hevur tú megnað at koma inn á løgting, og tað vil eg ynskja tær tillukku við.

Vildi ynskt at eg var heima um vikuskiftið, men heilsa manninum.

Tú hevur nógv at livað upp til, og eg vóni at skorkarnir í løgtinginum ikki fáa teg av kós. Tað skuldi verðið lættari, nú Óli Brekkmann og nógvir av hansara monnum eru falnir.

Teir hava tosað í samfull 35 ár um skattalættar. Tað einasta eg síggi eru gribbar, sum í nærmastu framtíð koma at geva fiskiflotanaum mønustingin við at stinga pengar i privatar lummar, pengar sum teir einki eiga í og sum fiskurin nú skal gjalda.

Ver ikki kløkk, um tú kemur at sita við einari samfelagskreppu lík henni í 91.

Trúgv ikki einum orði frá hagfrøðingunum, soleiðis stóðu teir í 90’unum til síðsta minutt og fortaldu palleba, at her var ongin vandi.

Rósa, tá tú kanst fara til bilasøluna og ikki eigur klovan í bankanum og koma út aftur við einum bensinslúkara, so eigur onkur klokka at ringja.

Fakta: Eftir 35 ár eru vit dýrasta land at búgva í, og um tú skuldi verið óheppin í støðusárum, er lítil og ongin hjálp at finna.

Eg havi fult álit á tær, Rósa, og vóni, at tú broytir støðuna hjá okkum til ikki bara at vera heimsins dýrasta land at búgva í, men at vit merkja tað í daglidegnum.

Var eg valdur inn á ting, so fór eg ikki í samgongu við Jørgin og kompany. Teir vilja fólkinum onki gott.

Hví ikki Tjóðveldi?