Tillukku Gerhard og Páll - Eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar

Ikki bara fyri Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu var hósdagurin 29. november ein góður dagur, men hetta er einki minni enn eitt týdningarmikið stig fyri Føroyar, nú Sandoyartunnilin varð samtyktur.

Tá talan er um menning, alheimsgerð og búsetingarmøguleikar, er samferðsla og samskifti grundleggjandi tátturin, og einki er meiri sjálvsagt enn fyri eitt oyggjaland sum Føroyar, at fáa bundið oyggjarnar saman við tunnlum og brúm.

 

Tað kundi tí undra, men tað átti tað kanska ikki at gjørt, tá okkara almenni - public service – fjølmiðlastovnurin Kringvarp Føroya, í tíðindaløtuni 29. november á middegi setti Gerhardi Lognberg spurningin: “ Hvat sigur tú til, at allir føroyingar skulu gjalda fyri hetta?”

 

Hetta var tá ein genialur spurningur, sum um hetta var ein gáva frá øllum føroyingum til Páll og Gerhard og kanska onkran hissini sandoying.

 

Hetta kann ræða, tí ein spurningur er, um hetta tíðindafólkið setur spurningin, sum høvuðsstaðarpressan hugsar?

 

Nei, tillukku Gerhard og Páll, tit báðir hava - í ein serstakan mun - saman við okkum tingfólkum, tikið eitt risastig inn í framtíðina fyri alt tað føroyska samfelagið, og hetta hevur ikki verið gjørt uttan svørðslag.

 

Um tað so skal vera tað seinasta eg geri í landspolitikki, so fegnist eg, og eingin ivi er um, at meginparturin av Føroyafólki ídag fegnast!