Tillaga seg broyttan marknað

Joel undir Leitinum sigur, at Posta hevur einki val enn at tillaga seg kappingina á økinum.

Posta-samtakið hevur í dag almannakunngjørt úrslitið fyri árið í fjør, sum bleiv eitt yvirskot upp á fýra milliónir krónur fyri skatt - ella hálva millión betri enn í fyrraárið.

 

Samlaða sølan hjá Posta var í fjør 91 milliónir krónur, sum er nakað tað sama sum árið fyri, og rakstraríkastið var góðar níggju milliónir krónur, ella um 10 prosent av søluni.

 

Joel undir Leitinum er stjóri í Posta og var gestur hjá Hilmar Jan Hansen í tíðindunum á Rás 2 í dag.