Tilhaldsstað til tey heimleysu

Um alt gongur eftir ætlan, so verður ein skúrur seinni í hesum mánaðinum settur upp á Skálatrøð. Skúrurin skal verða eitt tillhaldsstað hjá teimum heimleysu og øðrum í høvuðsstaðnum, sum ikki hava nakað stað at fara um dagarnar. Tað er Reyði Krossur, sum hevur tikið stig til tilhaldsstaðið.

Tórshavnar Býráð samtykti annars á nevndarfundi í august mánað í fjør at játta Reyða Krossi eitt øki á Skálatrøð, har skúrurin til tey heimleysu kundi setast upp, men tað hevur tikið tíð at fáa øll viðurskifti upp á pláss, greiðir Suni Vinther hjá Reyða Krossi frá.

Seta fólk at viðlíkahalda skúrin
Suni Vinther greiðir frá, at tá ið býráðið hevði játtað Reyða Krossi øki á Skálatrøð, fekk felagsskapurin boð um, at teir skuldu søkja um byggiloyvi til skúrin, hóast talan bert er um ein gamlan arbeiðsskúr, ið felagsskapurin eigur frammanundan.
 Vit søktu síðani um byggiloyvið, og tað hava vit fingið. Býráðið hevur ávist okkum pláss á Skálatrøð, og hetta øki er blivið hampað og asfelterað og annars gjørt klárt til skúrin. Tað arbeiði bleiv liðugt beint fyri jól, og nú er bert eftir at fáa onkran at seta eitt undirstøði til skúrin, greiðir Suni Vinther frá.
Hann sigur, at eftir ætlan fer hann at tosa við onkran byggiharra í dag, sum kann gera áðurnevnda undirstøði, og tá ið tað er gjørt, er bert eftir at leggja vatnleiðingar og ravmagn inn í skúrin, sum tey heimleysu skulu halda til í.
Reyði Krossur hevur um dagarnar í bløðunum eisini søkt eftir fólki, sum skal hava til uppgávu at vaska skúrin og annars læsa hann av og viðlíkahalda hann, og áhugi er fyri hesum starvi, sigur Suni Vinther, sum vónar, at nýggja tilhaldsstaðið hjá teimum heimleysu stendur klárt síðst í hesum mánaðinum.